
Í dag 2. hvítusunnudag verður árliga útigudstænastan á Ovara vølli í Gundadali klokkan 11.
Gudstænastan er fyri børn, ung og vaksin, alla familjuna.
Prestarnir í Suðursteymi skipa fyri, kirkutænarar taka lut, og hornorkestrini GHM og Havnar Hornorkestur spæla undir felags sálmasangin.
Sum nakað nýtt koma Spírar við Knurr og Knarr at hjálpa børnunum at skilja tekstin nakað betri. Og so kemur Reyða-Leyva at syngja og dansa saman við børnum (og vaksnum) á vøllinum, áðrenn øll verða boðin til Kirkjukaffi aftaná.
Spírar gera dygdargott bíbliutilfar til børn á netinum. Tilfarið er ókeypis og sigur bíbliusøgurnar í orðum og myndum við sangi og kreativiteti, so børnini bestri skilja og kunnu vera við. Umframt heima hevur tilfarið frá Spírum verið íblástur bæði í skúlum og sunnudagsskúlum. Tað er Føroyska Bíbliufelagið, sum eigur Spírar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald