2021-12-04 17:45
Í morgin, sunnudagin 5. desember, verður Liturgisk gudstænasta við altjóða dámi í Christianskirkjuni við Marjun Lómaklett, integratiónspresti.
Leikfólk fara at lesa teir sjey lestrarnar frá boðanini um føðing Krists til vísmenninar úr Eysturlondum. Ímeðan lisið verður, verður sjeyarmaði ljósastakin tendraður, og enskir sálmar verða eisini sungnir, skrivar Fólkakirkjan á heimasíðuna.
Aftaná gudstænastuna, sum byrjar klokkan 16, verður ein góður drekkamunnur og adventshugni í kirkjukjallaranum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald