
Gylta daman hevur prýtt ølina “Guld Tuborg” síðani 1995, og hevur gjørt kvinnuligu skuggamyndina til ímyndina av eina av kendastu ølunum í Danmark.
Men nú skal hon ikki longur ganga við einum bakka og servera. Serveringsbakkin er tikin burtur, og gulldaman hevur fingið eina øl í hondina ístaðin.
Tað skrivar tv2.dk í dag.
Nýggja etikettin hjá Tuborg Gull
- Vit hava hugsað sniðið av nýggjum, og eftir at hava hugsað okkum um, tikið bakkan við øl burtur, og ístaðin givið kvinnuni eina øl í hondina. Tað hava vit gjørt, tí vit ynskja lýsa eina nútímans kvinnu, sum er við til veitsluna eftir sínum egnu fortreytum.
Tuborg hevur í hesum sambandi arbeitt saman við felagsskapinum Dansk Kvindesamfund og øðrum meiningamyndarum, sum eru serfrøðingar í kynsuppfatan og javnstøðu. Hetta fyri at finna fram til rætta sniðið.
Í Føroyum er gulldaman eisini kend úr sanginum hjá Páll Finni Páll við sama navni, Gulldaman.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald