Prísurin á gulli hevur leingi gingið beint uppeftir, og seinastu tíðina hevur hann sett met so at siga dagliga.
Men hesa seinastu vikuna er prísurin á gulli lækkaður aftur, skrivar Ritzau.
Nú liggur prísurin á umleið 3.900 dollarar pr. ounce. Tað svarar áleið 880.000 krónur fyri kilo.
Ein partur av frágreiðingini er, at altjóða kreppurnar ikki eru so spentar longur, hóast tær kunnu kynda upp aftur nær tað skal vera, sigur Jens Nærvig Pedersen, sum er rávørugreinari hjá Danske Bank.
Hannvísir á eitt nú avtaluna um vápnahvíld millum Ísrael og Hamas, og at Donald Trump, nú aftur skrúvar upp fyri stongslinum móti Russlandi.
Vanliga verður gull mett sum ein sera trygg íløga í ófriðarligum tíðum.
(Strikumynd gjørd við hjálp av vitlíki / ChatGPT)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald