Skulu vit brúka orðingina “at gúlpa” ella “at klíggja” um tá tað rennur upp hjá pinkubørnum. Tað var umrøtt í morgunsendingini hjá Kringvarpinum hósdagin.
Fleiri lurtarar skrivaðu inn, at tá ein barn gúlpar kemur nakað upp við, meðan at tá ein klíggjar, kemur einki upp við. Hetta er púra nýtt, segði málkøna Elin Henriksen.
- Vit hava klárað okkum í fleiri hundrað ár uttan hetta orðið, og tað tykist eitt sindur løgið, at tað skal koma fram akkurát nú. Tað er einki at ivast í, at tað kemur úr donskum, annaðhvørt tí fólk sum hava búð niðri hava fingið smábørn ella heilsustarvsfólk sum hava lært niðri hava tikið orðið við sær.
Hon greiddi frá, at málið er í ferð við at broytast at sindur við at fólk aftra seg at siga, at eitt pinkubarn klíggjar. At klíggja hevur fingið ein meira neiliga merking ella vemmiliga enn tað hevur havt.
Man kann gott siga klíggja hóast eitt sindur av spýggi kemur upp við. Ella man kann siga, at barnið spýr eitt sindur, tað rennur upp ella hvat orð man velur, greiðir Elin Henriksen frá.
Sig heldur klíggja ella spýggja, tí bæði orðini eru góð, ljóða ráðini frá málteiginum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald