Innanlands

Gummibátatreff: Ætla at savna 1200 gummibátar á Skálafjørðinum

Treffið verður ætlandi á Eystanstevnu næsta ár

2018-09-06 00:10 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Av tí at kappróðurin ikki telur við komandi Eystanstevnu, so eru vit komin fram til eitt alternativt, men stuttligt tiltak.

Soleiðis ljóða boðini frá fyriskiparunum av sonevnda gummibátatreffinum, sum verður 15. juni í 2019.

- Sveis hevur eina verðins rekord, har tey høvdu 1200 flótandi før (gummibátar), og har er hugskotið komið frá um at sláa hesa rekordina á Skálafjørðinum, skriva fyriskipararnir á Facebook, har tiltak er stovnað.

Higartil eru 65 optimistar, sum hava sagt at tey koma, og satsa upp á nóg gott veður hendan dagin.

Síggj meira um tiltakið her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder