Innanlands

Gunvør Hofgaard hevur tikið við sum leiðari í Lítlaskúla

Jenny Winther Poulsen, ið var við til at seta frískúlan á stovn, heldur tó fram sum lærari. Fyrrverandi varaleiðarin er nú leiðari í Lítlaskúla, og Katrin Bjarnadóttir, námsfrøðingur í forskúlanum, tekur við sum varaleiðari.

Gunvør Hofgaard - nýggjur leiðari í Lítlaskúla, Katrin Bjarnadóttir - nýggju varaleiðari og Jenny Winther Poulsen - fráfarandi leiðari (Mynd: Lítliskúli)

Gunvør Hofgaard - nýggjur leiðari í Lítlaskúla, Katrin Bjarnadóttir - nýggju varaleiðari og Jenny Winther Poulsen - fráfarandi leiðari (Mynd: Lítliskúli)

2023-02-01 16:05 Author image
Agnar Prestá

Í dag, mikudagin 1. februar 2023, hevur leiðaraskifti verið í Lítlaskúla. Hesum boðar frískúlin frá

- Eftir átta ár við róðrið hevur dugnaligi og framskygdi skúlaleiðarin í Lítlaskúla, Jenny Winther Poulsen, valt at geva leiðarastafettina víðari til varaleiðaran Gunvør Hofgaard. Tað var Jenny sjálv sum saman við øðrum tók stig til at seta Lítlaskúla á stovn, og hon hevur seinastu 8 árini gingið á odda fyri at menna hann til tann framúrskarandi skúlan, hann er í dag.

Boðað verður samstundis frá , at tað ikki verður sagt farvæl við Jenny, tí hon heldur fram sum lærari á skúlanum.


Gunvør Hofgaard tekur við sum leiðari og Katrin Bjarnadóttir, námsfrøðingur í forskúlanum í Lítlaskúla, tekur við sum varaleiðari.

- Leiðaraskiftið varð sjálvandi hátíðarhildið. Børnini sungu tveir vakrar sangir fyri Jenny, og stýrisforkvinnan helt eina røðu. Eisini fingu Jenny, Gunvør og Katrin handað blómutyssi.

Lítliskúli er frískúli í Tórshavn, sum heldur til í gamla adventistaskúlanum á Hoyvíksvegi. Í skúlanum ganga børn frá forskúla til og við 6. flokk. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald