Innanlands

H-bygningurin avhendaður fýra mánaðir fyri tíð

Arbeiðið við at byggja nýggja sjúkrahúsið hevur gingið frágera væl

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2019-02-21 12:05 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fyrri parturin av tveimum arbeiðstøkum, sum byggifyritøkan MT Højgaard ger fyri Landssjúkrahúsið, er latin eigaranum, fýra mánaðir fyri ásettu tíð.

Tað er stóri nýggi H-bygningurin á Landssjúkrahúsinum, sum talan er um, og fyrra arbeiðstøkan hjá MT Højgaard snýr seg um byggingina av sjálvum bygninginum, meðan annar partur av arbeiðstøkuni, sum nú er farin í gongd, snýr seg um innrættingina av bygninginum.

Arbeiðið hevur gingið stak væl, og umframt at kunna lata arbeiðið frá sær fýra mánaðir innan ásettu tíð og innan kostnaðarætlanina, eru heldur eingir snøklar sum mangla, og arbeiðið er gjørt uttan arbeiðsóyapp á byggiplássinum, hóast arbeitt hevur verið í 500 dagar.

Tað upplýsir ein væl nøgdur Gunnar Grækarisson, sum er deildarstjóri hjá MT Højgaard.

- Vit hava alla orsøk til at vera nøgd. Í einari arbeiðstøku í hesi støddini er nógv at halda skil á, fyri at tryggja eitt gott úrslit, og hetta hevur eydnast til fulnar, sigur Gunnar Grækarisson, sum eisini nevnir góða samstarvið við Landsverk og við samtakið FAEII, sum er ráðgevari á uppgávuni.

Arbeiðið við at inniloka H-bygningin er farið í gongd nú, og eftir verður bygningurin klárur at taka í nýtslu í 2021.

Sí eisini: Myndir: Reisigildi í H-bygninginum á Landssjúkrahúsinum 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder