
Haakon krúnprinsur av Noregi kom í morgum á vitjan í Ukraina. Hetta er fyrsta kongaliga norska vitjanin í landinum síðan kríggið byrjaði, skrivar NRK.
Tað var ukrainski varauttanríkisráðharrin, Oleksandr Misjtjenko, ið tók ímóti krúnprinsinum á eini jarnbreytastøð uttan fyri høvuðsstaðin Kyiv, hagar prinsurin kom við náttartokinum úr Polandi.
- Undir vitjan síni í Ukraina skal krúnprinsurin m.a. hitta ukrainskar myndugleikar og norskar samstarvsfelagar og vitja verkætlanir, sum hava fingið stuðul gjøgnum Nansen-skipanina, skrivar norska kongshúsið í tíðindaskrivi.
Nansen-skipanin er norska stuðulsskipanin til Ukraina.
Norski orkumálaráðharrin, Terje Aasland, er við á vitjanini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald