Innanlands

Hægri barnafrádrátt og betri systkinafrádrátt í Nes kommunu

24. november varð fíggjarætlanin hjá Nes kommunu endaliga samtykt

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2025-11-28 18:45 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

24. november samtykti býráðið í Nes kommunu fíggjarætlanina fyri 2026.

Skattaprosentið á 20,5 prosent verður óbroytt, meðan barnafrádrátturin hækkar úr 7.000 kronum upp í 8.000 krónur.

Harafturat verður nú eisini latin kvartur systkinafrádráttur fyri barn nummar tvey, skrivar Nes kommuna í tíðindaskrivi.

Higartil hevur verið latin systkinafrádráttur fyri triðja barnið. Broytingin merkir ein mánaðarligan lætta á 550 krónurfyri familjur við tveimum ella fleiri børnum, um eldra barnið gongur í vøggustovu. Um eldra barnið gongur í barnagarði, er lættin 475 krónur, meðan lættin er 250 krónur, um tað gongur í frítíðarskúla.

Dagstovnagjøldini verða óbroytt, og frítíðarkortið verður framhaldandi 2.000 krónur fyri børn og ung í aldrinum 0-18 ár.

Í 2026 verður peningur m. a. brúktur til:

  • Breiðka og tryggja vegin við Kornvatn
  • Gera gongugøtu millum Regnaveg og Lýðarsveg
  • Umvæling av ovaru síðu av 1981-skúlanum
  • Dagføring av kommunuskrivstovuni
  • Dagføring av Heilsumiðstøðini
  • Betra um útiøki skúlans
  • Umbyggja í barnagarðinum
  • Ymiskar ábøtur á ítróttarøkið á Svangaskarði
  • Ábøtur og asfaltering av kommunalum vegum
  • Halda fram at fullføra spillivatnsætlanina
  • Leggja nýggjan kaðal til pumpuskipanina á Toftavatni
  • Gera nýggja partin í kirkjugarðinum lidnan
  • Gera vinnuøkið við Rætt klárt at taka í nýtslu
  • Gera brimverjuna í Oyrunum lidna
  • Byggibúning við Høganesvegin eins og við Regnavegin
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder