Í sambandi við pensjónsnýskipanina, sum kemur í gildi 1. januar 2020, kunnu fólkapensjónistar velja, um inntøka hjá hjúnafelaga skal ávirka pensjónina. Hesum boðar Almannamálaráðið frá í dag.
Hetta verður tó bert galdandi fyri tey, sum eru pensjonerað áðrenn 1. januar 2020. Hjá teimum, ið blíva pensjonerað eftir árskiftið, verður ongin mótrokning millum hjúnafelagar.
Hjá flestu fólkapensjónistum, sum hava nakað av inntøku afturat pensjónini, er tað ein fyrimunur at strika mótrokningina millum hjúnafelagar, men tað eru tó eisini nøkur, ið hava fyrimun av at varðveita mótrokningina. Tí tóku flokkarnir handan pensjónsnýskipanina avgerð um, at tað skal vera valfrítt fyri verandi pensjónistar, um inntøka hjá hjúnafelaga skal ávirka pensjónina.
Hjá teimum, sum fáa mesta ágóða av broytingini, hækkar viðbótin við upp til 3.000 kr. um mánaðin.
Fyri Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinnu á almannamálum, hevur tað týdning, at pensjónistarnir kunnu velja á haldgóðum grundarlagi. Neyðugt verður tí at styrkja um ráðgevingina hjá Almannaverkinum, og hetta verður sambært játtanarkarminum raðfest komandi árið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald