Innanlands

Hægsta luttøkan síðani 2001

Vallutøkan higartil á Høllini á Hálsi er vaksin við 5 prosentstigum

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2019-06-05 13:40 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

Klokkan 13.00 í dag høvdu 18.5 prosent av teimum við valrætti í høvuðsstaðnum verið á vali. Tað er ein munandi hækkan síðani seinast, tá einans 14.9 prosent høvdu atkvøtt í havnini. 

Vit skulu heilt aftur til 2001 fyri at finna eitt ár við hægri luttøku á miðdegi. 

Tað kann sjálvandi spæla munandi inn, at tað er grundlógardagur í dag, og at nógv tí hava hálvan- ella heilan frídag. Tí kann vera, at luttøkan verður nøkurlunda tann sama seinni í dag. 

Hinvegin kann tað sjálvandi eisini vera ein ábending um, at fleiri fólk ætla sær á val enn vanligt. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder