Av teimum 3696, ið hava atkvøðurætt í Klaksvík, høvdu 923 verið á vali klokkan 15.00. Tað er hægri luttøka klokkan 15.00 í nýggjari tíð. Talan er um áleið 300 meira enn seinasta val, tá 623 høvdu atkvøtt klokkan 15.00 og meira enn dupult so nógv í mun til í 2011.
Á størsta valstaðnum í Føroyum á Høllini á Hálsi, var talan um størstu luttøkuna síðani 2001 og eina hækkan á fimm prosentstig síðani 2015. Men í Klaksvík er luttøkan nakað hægri enn bæði í 2001 og 1998.
Tað er ilt at siga nakað um, hvørt talan er um høga vallutøku tíðliga á degnum, tí grundlógardagur er, og at fleiri veljarir tískil hava hálvan- ella heilan frídag í dag.
Hinvegin er høga luttøkan tíðliga í dag eisini ein ábending um, at áhugin fyri valinum er størri enn á seinasta vali.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald