Innanlands

Hækkandi bjartskygni í handilsvinnuni

Føroysku húsarhaldini eru meira bjartskygd um búskaparstøðuna nú, enn tey vóru fyri hálvum ári síðani

(Mynd: Hagstovan)

(Mynd: Hagstovan)

2026-02-11 14:33 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Konjunkturbarometrið, sum gevur ábending um, hvussu vinna og húsarhald meta búskaparstøðuna vera, er hækkað eitt vet hetta seinasta hálvárið. Hagstovan skrivar, at handilsvinnan er meira bjartskygd, og húsarhaldini meta, at fíggjarliga støðan verður betur um eitt ár sammett við í dag, men ávísin fyri byggivinnuna lækkar.

Samlaða konjunturbarometrið er samansett soleiðis, at brúkarin vigar 20 prosent, og vinnan 80 prosent. Í vinnuni er tað tilfeingis- og ídnaðarvinnan, sum vigar mest við 40 prosentum, síðan kemur tænastuvinnan við 30 prosentum og byggivinnan og handilsvinnan við hvør sínum 5 prosentum.

Konjunkturbarometrið liggur nú á 11. Tað er minni enn langtíðarmiðal, sum er 14. Tað er ymiskt, hvønn veg gongdin vendir.

Ávísin fyri brúkaravæntanirnar er enn á -17. Tað er minni enn langtíðarmiðal, ið er á -5. Síðani juni 2022 hevur ávísin fyri brúkararnar verið lægri enn langtíðarmiðal. Tað var eisini á vári 2022, at brúkaraprístalið byrjaði at hækka.

Føroysku húsarhaldini eru tó meira bjartskygd um búskaparstøðuna í Føroyum, enn tey vóru í juni í fjør. Bæði metingin fyri farna árið og metingin um komandi árið eru hægri enn í juni í fjør. 

Húsarhaldini meta sína egnu fíggjaligu støðu verða eitt sindur verri í dag sammett fyri einum ári síðan, men hóast hetta so eru tey eitt vet meira bjartskygd um, at fíggjarliga støðan verður betur um eitt ár sammett við í dag, skrivar Hagstovan.

62 prosent av húsarhaldunum spara upp

24 prosent av spurdu húsarhaldunum siga, at tey fáa endarnar júst at røkka saman. 55 prosent siga seg spara nakað upp, meðan sjey prosent siga seg spara nógv upp. Hóast stóran prísvøkstur seinastu árini, eru tað ikki nógv, ið siga seg mugu læna pening. Níggju prosent siga seg brúka av uppsparingini. 

Rætta løtan til størri keyp

Nýtsluatferðin hjá føroysku brúkarunum hevur týdning fyri handilsvinnuna, tí brúkarin keypir stóran part av teimum vørum, sum hendan vinnan bjóðar út á føroyska marknaðinum. Seinasta árið eru fleiri, ið siga seg meta tað verða røttu løtuna at gera størri keyp, til dømis húsbúna og eltól, meðan færri hava ætlanir um størri bústaðarábøtur. Húsarhaldini meta tað sjáldan vera røttu løtuna til bilakeyp, og hetta talið stendur í stað. 

Vónirnar hjá handilsvinnuni eru hækkaðar upp um langtíðarmiðal. Ávísin hækkar úr 10 í 33. Prísirnir hækka ikki eins skjótt, sum teir hava gjørt seinastu árini. Handilsvinnan væntar, at sølan komandi árið fer at vaksa nakað. Handilsvinnan metir eisini, at tørvurin eftir arbeiðsfólki fer at økjast komandi árið.

Færri bíleggingar í byggivinnuni

Ávísin (indikatorin) fyri byggivinnuna minkar úr 9 niður í 2, sum liggur niðan fyri langtíðarmiðalinum á 22. Fyri trimum árum síðani var ávísin uppi á 61. Byggivinnan er viðbrekin mótvegis búskaparligu konjunkturunum. Tað sæst aftur í ávísanum fyri byggivinnuna, ið ger stór sveiggj. 

Byggivinnan svarar, at bíleggingarnar eru færri enn tær hava verið. Byggivinnan metir, at tørvurin á arbeiðsmegi fer at minka komandi árið.

Færri byggifyritøkur nevna, at mangul á arbeiðsmegi er ein avmarking. Í juni í fjør svaraðu 46 prosent at hetta var ein avmarking, men hava 30 prosent svarað, at mangul uppá arbeiðsmegi er ein framleiðsluavmarking. 35 prosent svara manglandi eftirspurningur er ein avmarking, meðan 13 prosent nevna vánaligt veður sum eina framleiðsluavmarking. 

Føroyska tilfeingisvinnan ávirkast av búskaparligu konjunkturunum úti í heimi, tí størsti parturin av framleiðsluni verður útfluttur. Bíleggingarnar úr útlandinum í løtuni eru fækkaðar, men fyritøkurnar svara kortini, at útlendski marknaðarlutur teirra er betraður.

Hjá tænastuvinnuni stendur ávísin enn á 41, ið er eitt vet hægri enn langtíðarmiðal á 34. Tær spurdu fyritøkurnar meta, at eftirspurningurin hevur verið betri í seinastuni, men tær vænta, at eftirspurningurin fer at minka komandi árið.

---

Konjunkturbarometrið er ávísar (indikator), sum siga nakað um, hvussu brúkarar og vinna meta, at tíðirnar eru. Høvuðsúrslitið úr hesi kanning er treystitalið, sum er eitt roknað tal við støði í vektaðum ávísum frá spurnakanningum fyri teir fýra vinnubólkarnar og spurnakanning fyri brúkarar. Tað er sostatt ikki ein uppgerð av veruligum tølum úr búskapinum, men ein spurnakanning um, hvørjar metingar lyklabólkar í samfelagnum hava um gongdina í búskapinum og um sína egnu fíggjarstøðu, bæði gongdini júst nú og væntanirnar.

Konjunkturbarometrið er samanvigaða vísitalið frá fimm spurnakanningum, sum verða gjørdar í januar og juni hvørt ár.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder