Mentan

Hælin íaftur og so er klárt til festival í Sørvági

Vindurin hevði hug at hála í kampingtjøldini á Breiðagrasi í morgun

2019-06-14 09:28 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fríggjadagur er, og tað merkir, at tað er festivaldagur í Sørvági.

Í kvøld verður hin sjeyndi country- og bluesfestivalurin í Sørvági settur, og síðan verður ljóð sett á hátalararnar til langt út á náttina.

Serliga millum kampingfólkið er festivalurin í Sørvági væl dámdur, ikki bara orsaka av tónleikinum, men eisini av framúr hugnaðiga og væl egnaða kampingøkinum á Breiðagrasi.

Flestu campingvognarnir eru longu komnir upp á pláss í góðari tíð áðrenn countrymusikkurin byrjar. Men tey, sum svóvu á Breiðagrasinum í nátt, merktu eitt sindur til veðrið og stíva andøvsgulið, sum lá eftir Sørvágsfirði í morgun.

So miki skrykti, at okkurt av tjøldunum á Breiðagrasi losnaði, men tó ikki so mikið, at nakar skaðið stóðst av tí, skilst. Tað var bara at hæla hælarnar íaftur og fáa tað koppaða upp eftir enda aftur, og so er klárt at halda festival

Festivalurin verður settur í kvøld klokkan 19, og nøvnini, sum spæla og syngja á stóra pallinum, Dungapallinum, í kvøld eru Hallur Joensen, Sarah Jory og Signar í Homrum við eini skrá við Buck Owens-sangum. Á tí minna Stakkapallinum spæla Jørgen & Jákup, Ólavur á Váli og FourMenh.

Skráin fyri Countryfestivalin sæst her 

[object Object]

Um veðrið á festivalinum siga veðurforsøgnirnar at tað verður turrari og nakað minni av vindi út á dagin. Í nátt verður aftur nakað av regni, men í morgin lovar hann sól í Sørvági.

Sí veðrið í Sørvági her 

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder