Mentan

Haggard-brøðurnir hugtóku men Tinganest átti kvøldið

Økið á Stakka í Sørvági rúmar ikki longur ”Válandi heim eftir niðara vegi...”

Magnus á Stongum og Jóan Jakku Guttesen, Tinganest

Magnus á Stongum og Jóan Jakku Guttesen, Tinganest

2019-06-16 13:31 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað vóru Haggard-brøðurnir, sum stórt sæð allir gestirnir á Sørvágs Country-og Bluesfestivali bíðaði eftir, men tá samanum kom vóru tað lokalu hetjurnar úr Tinganest, sum stóðu sum vinnarar.

Ikki tí, festivalur er ongantíð ein spurningur um at vinna ella tapa. Men ein kann ikki annað enn at boyggja høvur í virðing fyri gomlu sørvágsdreingjunum, sum ongantíð eru betri enn tá teir spæla á einum stúvstappaðum Stakka-øki. Aftur til tað seinni.

Veðrið vísti seg frá tí allar frægastu síðuni í Sørvági í gjár. Sólin hitaði, vindurin hevði lagt seg, og tað var líka við, at hitamátararnir snýktu seg upp um tað tveysiffraða.

Alt var gjørt klárt til tað, sum tey flestu bíðaðu eftir, nevniliga høvuðsnavninum, Haggard-brøðrunum, Ben og Noel. Og tá teir byrjaðu klokkan 22 var eisini ein stemningur, sum ofta verður saknaður á festivalinum í Sørvági, nevniliga at mannafjøldin er so samanstúvað framman fyri pallin, at ikki var pláss fyri teimum dansifróu.

[object Object]Noel Haggard

Fjøldin tyntist
Haggards løgdu út við við einum av teimum góðu gomlu – The running kind – og tónin var settur. Haggard brøðurnir og teirra sera dugnaligu tónleikarar spældu í heili tveir tímar. Tað tvífalda av hvat øll hini á festivalunum sluppu.

Og brøðurnir høvdu nóg mikið at taka av. Hin eldri av brøðrunum, Noel, hevði hug at skemta og samskifta við áhoyrararnar, meðan hin yngri, Ben, var meira innvendur og tyktist at hugsavna seg um gittarspæli – ein meistari á gamla telecastaranum hjá pápanum. Tað ein kundi sakna var kanska, at teir báðir fortaldu eitt sindur meira um sangirnar og pápan.

[object Object]Ben Haggard

Nú gjørdust sangirnir eisini meira ókendir – fólkið dugdi ikki at syngja við, og hópurin framman fyri pallin hevði hug at tynnast, sum konsertin leið.

Ikki fyrr enn hálvurannar tími var farin, kom aftur ein kendur – Sing me back home – og huglagið ernaðist aftur. Nú nærkaðist klokkan eisini midnátt, og móti endanum fingu vit so tað, vit høvdu bíðað so spent eftir – Today I started loving her again, og so Ookie from Muskokie, og tá skrálaðu øll við.

Bert eitt eykanummar var pláss til, og tað var sjálvt signaturlagið hjá pápanum, hugtakandi Mama Tried, um tann unga óargaliga ribbaldin, Haggard, sum ”turned twenty-one in prison doin life whitout parole”.

Ein sera góð konsert var at enda komin.

[object Object]

Ov stórur til Stakkan
Og so var kósin sett niðan aftur móti Stakka, har Tinganest var á skránni.

Og her skal sigast beinanvegin, at hóast økið á Stakka er sera, sera hugnaligt og vælegnað til tónleikaendamálið, so kann bara staðfestast, at Stakkin nú er vorðin ov lítil til Tinganeset.

Økið er nevniliga broytt í mun til undanfarin ár. Plássið framman fyri pallin er lyft upp og snotiliga flísalagt, so áhoyrarnir (og dansararnir) ikki longur skulu standa í eini lítlari brekku.

Tað riggar væl, men tey trappustigini, sum nú eru upp á økið gera, at tey, sum standa niðri við vegin ikki hava sama útsýni niðan á pallin. Harvið eru tað fleiri, ið skulu troðka seg niðan á økið.

Og til tess er økið nú ov lítið til Tinganest.

Tí øll vilja vera við til hesa stjørnustundina, tá Jakkin trívur í ”Eg vil halda fast um teg...” og serliga tá Magnus á Stongum tekur fyrstu strofuna ”Gævi at eg kundi sungið eitt lag...” og øll syngja við til ”Válandi heim”.

Eftur hesaferð var hetta absolutta hæddarpunktið á countryfestivalinum. Tað er sagt fyrr, men ein hevur ikki rættiliga upplivað hvønn týdning hesin sangur hevur fyri sørvingar og vágafólk, um ein ikki hevur verið á Stakka og sungið saman við Tinganest við á countryfestivalinum.

Men, Stakkin er vorðin ov lítil, og næsta ár mugu Tinganest flytast oman aftur á Dungasand, um øll skulu sleppa at vera við.

Myndir frá leygarkvøldinum

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder