Innanlands

Hagstovan: Færri doyggja av hjarta- og æðrasjúkum

Bæði hjá mannfólki og konufólki sæst ein stór minking í deyðstíttleikanum av hjarta- og æðrasjúkum, men við krabbamein er deyðstíttleikin lítið og einki broyttur síðan ár 2000

(Mynd: Hagstovan)

(Mynd: Hagstovan)

2023-06-03 13:37 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Síðani aldarskiftið eru hendar stórar broytingar í deyðleikanum hjá mannfólki og konufólki. Nógv færri doyggja nú av hjarta- og æðrasjúkum. Men við krabbameini er títtleikin lítið og onki broyttur, skrivar Hagstovan.

Við krabbameini er títtleikin øktur eitt vet hjá mannfólki og óbroyttur hjá konufólki.

Hjarta-og æðrasjúkur vóru 42 prosent av deyðaorsøkunum við aldarskiftið, og nú eru tær 25 prosent. Krabbamein var 24 prosent av deyðaorsøkunum við aldarskiftið, og tað er framvegis 24 prosent. Allar aðrar deyðaorsakir tá vóru 35 prosent, men nú eru tær 51 prosent.

Nýggjastu tølini um deyðaorsakir eru frá 2021, og tey vísa, at áður stóri munurin millum kynini er minkaður nógv. Í tali doyggja nakað fleiri mannfólk enn konufólk bæði av krabbameini og hjarta- og æðrasjúkum, men roknað í mun til fólkatalið er lítil og ongin munur millum kynini, skrivar Hagstovan.

Deyðatíttleikin hjá mannfólki av krabbameini er frá 2000 til 2021 øktur úr 1,7 pr. 1.000 mannfólk til 1,9, ið er ein lítil vøkstur. Samstundis er deyðatíttleikin hjá konufólki av krabbameini óbroyttur 1,9 pr. 1.000 konufólk bæði í 2000 og 2021.

Hjá báðum kynum sæst stór minking í deyðatíttleikan av hjarta- og æðrasjúkum, har títtleikin í 2021 er minkaður við einum triðingi av tí, hann var um aldarskiftið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder