Í tíðarskeiðnum november 2024 til oktober 2025 innfluttu føroyingar vørur fyri 10,9 milliardir krónur, skrivar Hagstovan.
Tað er ein vøkstur á 697,2 milliónir krónur - ella 6,8 prosent í mun til undanfarnu 12 mánaðirnar.
Innflutningur av matvørum er vaksin 165,5 milliónir krónur - ella 6,8 prosent - meðan innflutningsvirðið á djóra- og plantuoljum er vaksið 193 milliónir krónur - ein vøkstur á 103 prosent. Serliga innflutningsvirðið á lýsi er vaksið.
Í tíðarskeiðnum november 2024 til oktober 2025 er meira innflutt úr Norðuramerika og Asia, serstakliga úr Kina, India, Grønlandi og Argentina. Innflutningurin minkar eitt vet úr ES og veksur úr Evropa annars, tí oljuinnflutningurin nú er úr Noregi heldur enn úr Niðurlondum, skrivar Hagstovan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald