Innanlands

Hagstovan: Innflutningurin minkaður 852 milliónir krónur

Fyrra hálvár innfluttu vit fyri 5,1 milliard krónur, ein minking á 14,3 prosent í mun til fyrra hálvár í fjør

(Savnsmynd: Hagstovan)

(Savnsmynd: Hagstovan)

2024-08-16 18:37 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyrra hálvár í 2024 innfluttu føroyingar fyri 5,1 milliard krónur. Tað er ein minking á 852 milliónir krónur ella 14,3 prosent samanborið við sama tíðarskeið í fjør.

Minkingin í innflutninginum stavar í høvuðsheitum frá lægri innflutningsvirði á brennievni og skipum, skrivar Hagstovan.

Innflutningurin av brennievni og øðrum oljum er minkaður 72 milliónir krónur - 8,1 prosent - sum í høvuðsheitum stavar frá lægri prísum.

Innflutningurin av maskinum, motorum, skipum og akførum er minkaður við 574 millión krónum, ella 31 prosentum. Hetta er fyri tað mesta skip.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder