Innanlands

Hagstovan: Lítil vøkstur í innflutninginum

Ein lítil vøkstur upp á fimm prosent er í innflutninginum í ár í mun til í fjør

Mynd: Hagstova Føroya

Mynd: Hagstova Føroya

2018-10-18 18:14 Author image
Oda Strøm
placeholder

Hagstovan hevur í dag givið út nýggjastu tølini fyri inn- og útflutning til og við august mánað í ár.

Tað er serliga í brennievni, at ein øking sæst upp á 42 prosent. Økingin er 212 milliónir krónur, frá 617 milliónum krónum upp í 875 milliónir krónur.    

Stór minking er tó í innflutningi av rávøru til fiskivirking upp á 38 prosent.

Tað er serliga í útflutningi av makreli, sild og svartkjafti, at munurin sæst. Minkingin er 37 prosent, frá 850 milliónum niður í 534 milliónir krónur.

Útflutningurin av laksi er eisini minkaður - hann er minkaður 17 prosent, og peningaliga virðið á tí er 443 milliónir - frá 2,5 milliardum krónum niður í 2,1 milliardir krónur.

Øll tølini frá Hagstovuni kunnu lesast her. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder