Innanlands

Hagstovan: Nú eru færri við fleiri fornøvnum

Seinastu 40 árini er parturin av fólki við tveimum ella fleiri fornøvnum minkaður úr eini helvt niður í ein triðing – Samansetingin av 1. og 2. fornavni er eisini broytt

(Savnsmynd: Hagstovan)

(Savnsmynd: Hagstovan)

2025-09-09 18:53 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinastu árini eru føroyingar við fleiri fornøvnum vorðnir færri í tali.

Navnahagtølini, sum fevna um 1. og 2. fornavn hjá fólki í Føroyum, vísa, at seinastu 40 árini er parturin av fólki við tveimum ella fleiri fornøvnum minkaður úr eini helvt niður í ein triðing, skrivar Hagstovan.

Eisini er samansetingin av 1. og 2. fornavni broytt. Áður hevur verið vanligt at fleiri eita somu samanseting av 1. og 2. fornavni, til dømis Hans Jacob ella Hans Pauli, men tað eru nú færri og færri sum hava somu samanseting av 1. og 2. fornavni.

Fyri 40 árum síðani vóru tíggju samansett fornøvn millum hundrað tey vanligastu kvinnunøvnini, og fjúrtan samansett fornøvn millum hundrað tey vanligastu mannfólkanøvnini.

Í fjør var einki mannfólkanavn og trý kvinnunøvn á listanum, nevniliga Anna Maria, Anna Sofía og Elsa Maria.

Les eisini: Jákup og Maria vanligastu nøvnini í Føroyum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder