2024-11-13 10:25
Tað var um midnáttarleitið at Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin rýmdu av Hálsi og oman í býin at samráðast.
Samráðst var nakað út á náttina, men í fyrrapartin halda samráðingarnar fram.
Sambært Kringvarpinum halda flokkarnir fram at samráðast um meiriluta nú klokkan 10.
Elsa Berg hjá Tjóðveldi gjørdist toppskorari í Tórshavnar kommunu við 1007 atkvøðum, og segði í gjárkvøldið, at hon fór eftir borgarstjórasessinum.
Tjóðveldi fekk fýra sessir meðan Javnaðarflokkurin fekk tríggjar.
Les eisini greining: Tveir listar klára at telja upp í sjey í sprøkluta býráðnum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald