placeholder
Innanlands

Halda seg hava sæð springarar við Flesjarnar

Eingin ivi um at bólkurin verður hildin til, verður hann funnin aftur, sigur Jacob Vestergaard

2018-09-13 17:47 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fyri løtu síðani gingu boðini um springarar á Skálafjørðinum.

Jacob Vestergaard upplýsir at menn á uppsjóvarskipinum Tummas T komu fram á springarar við Flesjararnar, og nú er bátur á veg út at leita eftir teimum.

Hóast nógv kjak hevur verið um dráp av springarum seinastu dagarnar, so sigur Jacob Vestergaard, at teir verða hildnir til.

- Tað er eingin ivi um at teir verða hildnir til, sigur hann.

Um springararnir verða funnir aftur, verða teir hildnir til í Skálafirði.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder