Innanlands

Hálkan hevði nakrar skaðar við sær

Løgreglan hevur sent samanlagt sjey sjúkrabilar avstað seinasta samdøgrið - talan var tó ikki um eitt gamaárskvøld við teimum mest álvarsomu málunum

Dømi er um fólk, ið hava brotið fótin gamlaárskvøld. Eisini hava nakrir bilar staðið fastir, orsakað av veðrinum. Eisini var nakað av húsaófriði (Mynd: Jens Kr. Vang)

Dømi er um fólk, ið hava brotið fótin gamlaárskvøld. Eisini hava nakrir bilar staðið fastir, orsakað av veðrinum. Eisini var nakað av húsaófriði (Mynd: Jens Kr. Vang)

2023-01-01 10:42 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tey løgreglufólkini ið hava verið á vakt seinasta samdøgrið hava verið nógv í gongd og tosa við nógv fólk, men tíbetur hava tað ikki verið heilt stór mál ella teir heilt álvarsomu fólkaskaðarnir.

Hetta sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Tórshavn við Portalin fyrrapartin fyrsta dagin í 2023.

Upplýst verður tó, at serliga hálkan hevur gjørt sítt til, at nakað av skaðum hava verið seinasta samdøgrið. Sjey sjúkrabilur vórðu sendir avstað - allir í Tórshavn ella norðanfyri. Í fimm av førunum var talan um fólk, sum vóru dottin í hálkuni.

Dømi er um fólk, ið hava brotið fótin gamlaárskvøld. Eisini hava nakrir bilar staðið fastir, orsakað av veðrinum.

Eingin skrásettur skaði er vegna fýrverk, og ongar skilhaldsreglur eru brotnar.

Les eisini: Eldur kom í sethús í Hoyvik

Eftir midnátt vóru nógv ávirkað fólk at síggja, og vaktleðarin sigur, at neyðugt var at taka nøkur upp, sum vóru avdottin og ikki kláraðu seg sjálvi.

Boðað varð eisini frá tveimum tilburðum við húsaófriði í høvuðsstaðnum. Talan var um ósemjur, har løgreglan kom á staðið og meklaði.



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder