Innanlands

Hálkuóhapp á Oyggjarvegnum

Førarin hevur tað gott, men bilurin fór illa, sigur løgreglan

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-12-03 07:58 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Stutt fyri klokkan 13 í gjár varð boðað frá einum ferðsluóhappi á Oyggjarvegnum.

Talan var um ein bilførara, sum misti tamarhaldið á bilinum í hálkuni og fór út av.

Bilførarin, sum var einsamallur í bilinum, varð koyrdur á Landssjúkrahúsið til kanningar, men hann hevur tað gott, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Bilurin fór tó illa, sigur vaktleiðarin, sum leggur afturat, at hann var væl skøddur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder