Innanlands

Hálkuóhapp og kavabløk

Tvey ferðsluóhapp í Eysturoynni í gjár orsaka av hálkuni

2019-01-28 06:58 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tvey ferðsluóhapp vóru í Eysturoynni í gjár orsaka av hálkuni. Men tíbetur var bert talan um materiellan skaða.

Um hálvgun fýra tíðina seinnapartin rendu tveir bilar frontalt saman á Kambsdali, har koyrilíkindini ikki vóru so góð.

Talan varð bert um materiellan skaða, men kortini varð sjúkrabilur sendur á staðið, og avgjørt var at koyra báðar bilførarnar á Klaksvíkar sjúkrahús til kanningar, men teimum bagdi einki, tá samanum kom, upplýsir vaktleiðarin á politistøðini.

Seinni í gjárkvøldið – um tíggjutíðina – hendi eitt óhapp nærhendis Skála, sum eisini skyldast hálku.

Ein bilur koyrdi oman av vegnum nærhendis omankoyringina til Skála. Stoyturin varð so mikið stórur, at stoytkoddin útloystist.

Tað er ein ógvuslig hending, tá stoytkoddin brestur upp, og tí varð avgjørt at flyta bilføraran – ið var einsamallur í bilinum – á Landssjúkrahúsið til kanningar.

Kastaðu við kavabløkum
Í Havn hevði ferðslan trupulleikar av børnum, sum kastaðu við kavabløkum eftir bilum.

Løgreglan varð fráboðað, men ikki óvæntað vóru ongir óvitar at síggja, tá patrúljuvognurin kom á staðið, har hendingarnar fóru fram.

- Hetta er nakað, sum hendir hvørja ferð tað kemur kavi. Tíbetur hendi einki í gjár, men tað er ógvuliga skjótt, at okkurt kann henda, tá bilførarar verða órógvaðir av at slíkt verður kastað móti teimum, so okkara ráð til foreldur er at greiða børnunum frá, hvussu vandamikið slíkt spæl kann vera, sigur vaktleiðarin á politistøðini.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder