Hallarnátt, sum eftir ætlan skuldi vera í Høllini á Hálsi um ein mánað, tann 27. mars, er nú útsett til í heyst og verður 25. september.
Hesum boða fyrireikararnir frá.
- Vit vóna øll, at henda keðiliga korona-støðan fer at síggja ljósari út í nærmastu frammtíð. Men fyriskiparnir vilja sjálvandi fylgja tilmælunum frá myndugleikunum, og gera sítt til, at Føroyar fáa ein lívligan og tryggan ársins konsertdag tann 25. septembur, siga fyrireikararnir.
Á plakatuni eru nøvnini donsku Carpark North, Mads Langer og Malte Ebert, sum eisini er Gulddreng umframt okkara egni Janus Wiberg Mortrnsen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald