2021-04-07 19:30
Í ár fekk hann ársins áhoyraravirðisløn á FMA, og leygarkvøldið klokkan 21 spælir Hallur Joensen í Spaniastovu í Klaksvík.
Føroyski countrytónleikarin gav út sína fyrstu fløgu, Pickin’ Time In Nashville, í 2008, og í fjør kom Hallur við síni 7. útgávu, Runnin ár.
Umframt nýggjastu løgini verður eisini høvi at hoyra eitt stórt úrval av eldri "slagarum" frá Halluri.
Spaniastova skrivar í tíðindaskrivi, at tey fegnast um, at koronatilmælini eru tillagað, men samstundis verður heitt á fólk um at taka neyðug atlit áðrenn, undir og aftaná konsertina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald