2019-02-10 19:01
Veðurforsøgnirnar siga frá køldum arbeiði, og tað er ógvuliga hált nógvastaðni í landinum.
Vit hava frætt frá fólki í høvuðsstaðnum, sum hava havt trupulleikar at koyra, og løgreglan hevur eisini fingið boð um hálku ymsastaðni í landinum. Enn eru tó eingi boð komin um óhapp av hálkuni.
Tað verður saltað á vegunum, sigur løgreglan.
Landsverk boðar frá hálku í Kollafirði, Klaksvík, um Gjáarskarð, Runavík og á Brekkuni Stóru í Sandoynni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald