2023-03-10 07:39

Nógvur kavi er komin niður í gjárkvøldið og í nátt. Hetta ávirkar koyrilíkindini í morgun.
Tað er ikki koyrandi á Oyggjarvegnum, og heldur ikki við brúnna við Streymin. Á Vestmannavegnum er jarðrok í ælunum.
Í gjárkvøldið kom eisini so mikið av kava niður, at fleiri landsvegir vórðu stongdir. Ein bilur hevur staðið fastur eystanfyri Norðskálatunnilin, men annars hava ikki verið trupulleikar við bilum, sum hava staðið fastir, upplýsir Árni Jacobsen, økisleiðari hjá Landsverki.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald