Tað er ikki nógv sum manglar í hjá Atlantic Airways, at fáa nýggju flogførini av slagnum Airbus A320neo inn í hangarin á flogvøllinum í Vágum.
Talan er um hálvan annan metur, og tað ger, at Atlantsflog skal byggja nýggjan hangar, upplýsti Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflog, fyri Degi & viku í kvøld.
Nýggju flogførini hjá Atlantsflogi eru av slagnum Airbus A320neo (Mynd: Atlantsflog)
Nýggju flogførini, eitt kemur í ár, og eitt næsta ár, hava størri veingjabreiði enn núverandi flogfør. Veingirnir fara frá 34 metrum til 35,8 metrar og so hava teir sonevnt “sharklets”, sum er endin á veinginum. Tað ger at veingirnir eru eitt sindur hægri.
Ætlanin er at taka núverandi høllina niður og byggja eina nýggja høll, sum skal vera liðug í ár. Nýggi hangarurin verður 50x50 metrar til støddar, visti Dagur & vika í kvøld.
(Mynd: KVF)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald