Uttanlands

Hamas: Fangarnir skulu leyslatast

Annars kunnu samráðingar um næsta stig av vápnahvíldini ikki halda fram, sigur palestinska rørslan

Omer Wenkert, ein av gíslunum, sum varð leyslatin leygardagin á veg á sjúkrahús í Ísrael (Mynd: EPA)

Omer Wenkert, ein av gíslunum, sum varð leyslatin leygardagin á veg á sjúkrahús í Ísrael (Mynd: EPA)

2025-02-24 10:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyrsta stig av vápnahvíldini millum Ísrael og Hamas endar fyrst í mars, og palestinska Hamas-rørslan vil ikki halda fram við óbeinleiðis samráðingunum um næsta stig, áðrenn teir palestinsku fangarnir, sum eftir ætlan skuldu leyslatast av Ísrael leygardagin, eru leyslatnir.

Tað sigur Basen Naim, limur í Hamas.

Leygardagin vórðu seks ísraelskir gíslar leyslatnir av Hamas, og sama dag skuldu yvir 600 palestinskir fangar latast leysir úr ísraelskum fongslum, men ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu hevur boðað frá, at leyslatingin er útsett.

Tað er brot á vápnahvíldina, sigur Hamas.

Grundgevingin hjá Netanyahu er, at Hamas skipar fyri "eyðmýkjandi hátíðarhaldum", tá gíslar verða leyslatnir, og verða fleiri palestinskir fangar ikki leyslatnir, fyrr enn Hamas steðgar hesum, sigur ísraelski forsætisráðharrin.

Les eisini: Hamas: Ísrael hevur brotið vápnahvíldina

Hamas og Ísrael hava fleiri ferðir lagt hvønnannan undir at bróta avtaluna um vápnahvíld, sum byrjaði 19. januar.

Samráðingarnar um næsta stig av vápnahvíldini ganga fyri seg við meklarum úr Katar, Egyptalandi og USA.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder