
Palestinska hernaðarrørslan Hamas fer bert at leggja vápnini, um ein óheftur palestinskur statur verður settur á stovn, boðaði Hamas frá í fráboðan leygarkvøldið sambært Ritzau.
– Vápnað mótstøða kann ikki uppgevast, uttan so, at okkara tjóðarrættindi verða endurvunnin, skrivar Hamas, sum vil hava ein sjálvstøðugan palestinskan stat við Jerusalem sum høvuðsstað.
Hamas og Ísrael hava havt samráðingar við m.a. Katar sum meklarara fyri at royna at finna semju um eina 60 dagar langa vápnahvíld og leyslating av ísraelskum gíslum, men samráðingarnar endaðu í farnu viku uttan úrslit.
Høvuðskravið hjá Ísrael er, at Hamas skal leyslata teir 49 gíslarnar, sum enn eru eftir í Gazageiranum. Av teimum verða 27 mett at vera deyðir.
Eyal Zamir, leiðari í Ísraelska herinum ávaraði leygardagin um, at ísraelsku álopini á Gaza halda fram, um ein avtala um gíslarnar ikki kemur í lag skjótt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald