Uttanlands

Hamas: Yvir 200 palestinar lótu lív undir bjargingarátaki

Talsfólk hjá ísraelska herinum sigur tó, at talið er undir 100

Nuseirat-legan, februar 2024 (Mynd: Shutterstock)

Nuseirat-legan, februar 2024 (Mynd: Shutterstock)

2024-06-09 11:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sambært Hamas vórðu yvir 200 palestinar dripnir og yvir 400 særdir, tá ísraelski herinum í gjár bjargaði fýra ísraelskum gíslum úr Nuseirat-flóttafólkaleguni í Gaza.

Hesi tølini eru tó ikki váttað av øðrum keldum. Daniel Hagari, talsfólk hjá ísraelska herinum sigur, at talið sambært ísraelska herinum er munandi lægri.

– Vit vita um undir 100 palestinsk offur. Eg veit ikki, hvussu nógv av teimum eru yvirgangsfólk, sigur hann sambært Ritzau.

Undir bjargingarátakinum framdi herurin eisini álop á tvey mál hjá Hamas, og smbært talsfólki hjá Hamas, lótu nakrir gíslar eisini lív í ísraelsku álopunum.

Les eisini: Ísraelski herurin: Fýra gíslar bjargaðir úr Gaza

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder