2019-05-03 08:14
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Nakað eftir klokkan 9 í morgun fær Annika Olsen vitjan av einum skara av havnarborgarum, sum við fleiri túsund undirskriftum fara at krevja, at kommunan sleppur ætlanini um at byggja eitt tjóðleikhús á Skálatrøð í Havn.
Skipað hevur verið fyri undirskriftsinnsavning, og næstan 2.400 borgarar hava skrivað undir mótmælið, sum byggibúðin Valdemar Lützen, ið liggur júst á Skálatrøð, hevur tikið stig til og skipað fyri.
Tað er ikki tjóðleikhúsinum, men staðsetingini, sum tey mótmæla, vísir Høgni Lützen, stigtakari og stjóri í Valdemar Lützen á.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald