Uttanlands

Handilsavtala millum USA og Vjetnam

Í USA vænta tey at kunna boða frá fleiri handilsavtalum, áðrenn tollurin, sum varð fráboðaður í vár, stendur til at fara í gildi í komandi viku

Í apríl boðaði amerikanski forsetin, Donald Trump frá, at hann fór at leggja toll á vørur úr øllum londum. Tollurin stendur nú til at fara í gildi 9. juli (Mynd: EPA)

Í apríl boðaði amerikanski forsetin, Donald Trump frá, at hann fór at leggja toll á vørur úr øllum londum. Tollurin stendur nú til at fara í gildi 9. juli (Mynd: EPA)

2025-07-03 08:51 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

USA hevur gjørt eina handilsavtalu við Vjetnam, og roknað verður við, at fleiri handilsavtalur verða gjørdar komandi dagarnar.

9. juli koma hægru tollgjøldiniá vørur, sum verða innfluttar til USA eftir ætlan í gildi. Talan er um tollin, sum varð kunngjørdur av amerikanska forsetanum, Donald Trump í apríl, men sum síðani varð útsettur í 90 dagar. Hetta merkir, at hægri tollur verður lagdur á vørur úr einari rúgvu av londum í komandi viku, um tað ikki eydnast at fáa eina handilsavtalu við USA áðrenn.

Amerikanski varafíggjarmálaráðharrin, Michael Faulkender heldur tó, at tað fer at bera til at fáa fleiri avtalur í lag áðrenn freistina.

– Eg vænti, at vit kunnu leggja fram eina røð av avtalum í komandi viku, segði hann í samrøðu við CNBC í gjárkvøldið, eftir at tað varð boðað frá, at USA hevði gjørt eina handilsavtalu við Vjetnam.

Avtalan millum USA og Vjetnam hevur m.a. við sær, at ein tollur á 20 prosent verður lagdur á vørur úr Vjetnam, sum samstundis letur upp marknaðin fyri amerikanskar vørur. Upprunaliga ætlanin hjá Trump var at leggja 46 prosent á vjetnamesiskar vørur, skrivar Ritzau.

20 prosent verður lagt á vørur, sum verða innflutt beinleiðis úr Vjetnam, meðan tollurin á vørur, sum koma gjøgnum triðjalond fáa álagt ein toll á 40 prosent.

Sambært amerikanska forsetanum verður eingin tollur lagdur á amerikanskar vørur, sum verða innfluttar til Vjetnam.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder