
2. apríl boðaði amerikanski forsetin, Donald Trump frá, at hann fór at áleggja ein grundtoll á tíggju prosent á allar vørur, sum vórðu innfluttar til USA, umframt revsitoll á vørur, sum vórðu innfluttar úr ávísum londum, men tað hevði hann ikki heimild til, metir amerikanski handilsdómstólurin.
Tað eru tríggir dómarar, sum eru komnir til hesa niðurstøðu, sum varð fráboðað í nátt okkara tíð.
M.a. verður mett, at Trump ikki hevði heimild til at áseta grundtoll á tíggju prosent, ella hægri toll á ávísar vørur úr m.a. Meksiko og Kina. Slíkur tollur skal góðkennast av Kongressini.
Avgerðin hjá handilsdómstólinum fevnir tó ikki um tollin á 25 prosent, sum varð settur á bilar, stál og aluminium, skrivar Ritzau.
Donald Trump hevur hildið uppá, at hallið á handilsjavnanum hjá USA er ein neyðstøða, og hevur hann tí heimild at ásetta tollin. Handilsdómstólurin er tó ikki samdur í hesum.
Umsitingin hjá Trump hevur kært avgerðina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald