2024-11-22 07:56

Um 21 tíðina í gjárkvøldið kom fráboðan um harðskap í Eysturoynni. Løgreglan fór á staðið og tók ein mann við á støðina og setti hann í klivan.
Hann skal hava framt grovan harðskap.
Maðurin er í klivanum enn, og skal fyri grundlógaravhoyr einaferð í dag.
Júst hvat er hent, fær løgreglan ikki sagt so nógv um í løtuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald