Ein maður í amerikanska statinum Florida er handtikin og skuldsettur fyri hóttanir móti republikanska forsetavalevninum Donald Trump, varaforsetavalevni hansara, J.D. Vance og familjum teirra.
Málið snýr seg um skrivligar deyðshóttanir á sosialu miðlunum.
Løgreglan í Florida váttar, at ein maður varð handtikin fríggjadagin, eftir at tey fingu fleiri fráboðanir um hóttanir á Facebook, men meira verður ikki upplýst um mannin, skrivar Ritzau.
Hetta málið kemur bert eina viku eftir, at ein 20 ára gamal maður skeyt eftir Trump á einum valfundi í Pennsylvania. Trump varð raktur í høgra oyra.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald