Løgreglan fekk í gjár áheitan frá svensku myndugleikunum um at handtaka ein svia, sum er í Føroyum.
Hann er undir illgruna fyri at hava framt "persónfarligan kriminalitet", sum løgreglan kallar tað, og hetta skal vera farið fram í Svøríki í maimánað.
Tað eydnaðist at handtaka svian sum hevur uppihildið sær á privatum bústaði í Føroyum í undir eina viku. Maðurin sum er síðst í tredvinum varð handtikin stillistliga í almenna rúminum, men júst hvar, vil løgreglan ikki upplýsa í morgun.
Sviin verður í dag førdur fram fyri rættin og ætlanin er at útflýggja hann til svensku myndugleikarnar.
Ivasamt er, um tílíkt er roynt í rættinum áður. Tað er útflýggjanarlógin frá 1960 sum verður brúkt í slíkum føri.
Revsiramman fyri brotini, sum maðurin skal hava framt er sjey ár, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini. Júst hvat hann skal hava gjørt, verður ikki upplýst.
Maðurin situr í løtuni í varðhaldi í Mjørkadali.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald