Í farnu viku undirskrivaði Føroya Handverksmeistarafelag tryggingaravtalu við Lív Avtalan inniber, at allir limir felagsins nú hava lívstrygging og trygging móti ávísum hættisligum sjúkum.
Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur leingi arbeitt fram ímóti einari smiðligari avtalu, sum tryggjar limirnar, sum annars, sum arbeiðsgevarar, hava trupul tryggingarkor, skrivar heimasíðan hjá Vinnuhúsinum.
Petur Frank Joensen, næstformaður, hevur vegna felagið staðið fyri arbeiðinum at fáa til vega tryggingaravtaluna, soleiðis at handverksmeistarar nú hava lívstrygging og trygging móti ávísum hættisligum sjúkum: ”Tað eru nógv viðurskiftir, sum skulu koma uppá pláss, áðrenn ein slík avtala kann gerast. Tí byrjaðu vit í Eysturoynni, soleiðis at vit hava royndarkoyrt avtaluna í Eysturoyar Handverksmeistarafelag í eitt ár áðrenn avtalan nú kemur í gildi fyri allar handverksmeistarar í Føroyum.”
Eisini formaður felagsins, Magnus Magnussen fegnast um avtaluna: “Hesum hava vit arbeitt fram ímóti leingi. Tí er tað klárt, at vit eru fegin um nú at kunnu bjóða handverksmeistarum lívstrygging.”
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald