
Í kvøld og til í morgin verður ógvuliga illfýsið kring landið. Veðurstova Føroya boðar frá hvirlum upp í odn í nátt.
Forsøgn galdandi til á middegi mikudagin, skrivað kl 07.10:
Strúkur í vindi upp í skrið av útsynningi, 13 til 18 m/s, tó eitt stutt skifti fyrrapartin minkandi niður í frískan vind til strúkur í vindi, 8 til 13 m/s. Skiftandi skýloft og ælaveður, í støðum vátaslettingur ella heglingur. Í kvøld veksur hann vindin upp í skrið ella storm av útsynningi, 18 til 23 m/s, í nátt vaksandi til skrið upp í hvassan storm, 20 til 27 m/s, í hvirlunum upp í ódn. Samdrigið og samregn. Hitin í dag millum 2 og 8 stig.
Fyrrapartin í morgin, at byrja við skrið upp í hvassan storm av útsynningi, 20 til 27 m/s, í hvirlunum upp í ódn, men sum frá líður gongur hann upp í vestan og minkar niður í frískan vind til strúkur í vindi, 8 til 13 m/s. Skýggjað og ælingar við vátaslettingi ella heglingi.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald