Síðani 2020 hevur Halla Nolsøe Poulsen røkt starvið sum føroysk sendikvinna í Íslandi. 1. september verður vaktarskifti á Túngötu 14 í Reykjavík - tá tekur Hanna í Horni við.
Uttanríkis- og Vinnumálaráðið skrivar á heimasíðu sínari í morgun, at Hanna í Horni nú er tilnevnd sum sendikvinna Føroya til Íslands. Hon er 48 ára gomul og doktari í International Relations frá Swansea University.
Hanna hevur nógvar starvsroyndir innan altjóða viðurskiftir. Hon hevur starvast í Uttanríkistænastuni síðani 2008, og frammanundan starvaðist havnarkvinnan í tvey ár á Sendistovu Føroya í Brússel sum málsviðgeri og skrivari.
- Í sínum starvi í Uttanríkistænastuni hevur Hanna eitt nú arbeitt við viðurskiftum millum Føroyar og Ísland og umboðað Føroyar í Arktiska Ráðnum. Seinnu árini hevur Hanna umsitið menningarsamstarv og neyðhjálp umframt mannarættindasáttmálarnar, ið Føroyar eru fevndar av.
Søguliga samstarvið við Ísland er sterkt. Eitt ítøkiligt úrslit av Hoyvíkssáttmálanum í 2006 var, at stjórnirnar báðar tóku stig til at lata upp umboðsstovur í høvuðsstøðunum hjá hvørjum øðrum árið eftir.
- Føroyar og Ísland eru grannatjóðir og hava felags søgu og mentan. Londini bæði hava í mong ár samstarvað á ymsum økjum, tó at tað søguliga hevur verið á fiskivinnuøkinum, at mesta samstarvið er farið fram, skrivar uvmr.fo.
Endamálið við sendistovuni í Reykjavik er at styrkja okkara politisku, umsitingarligu, mentanarligu, vinnuligu og búskaparligu viðurskifti við Ísland. Sendistovan arbeiðir m.a. við at beina burtur forðingar fyri vinnuligum virksemi landanna millum. Sendistovan arbeiðir eisini við at skapa samband við tey lond, ið longu hava diplomatiska umboðan í Reykjavik, stendur eisini á heimasíðuni hjá Uttanríkis- og Vinnumálaráðið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald