Innanlands

Hanna Jensen: Eiga at brúka hvørt høvi vit fáa at gera vart við Føroyar

Hanna Jensen, franskur konsul í Føroyum, fer seinnapartin at hitta franska forsetan til móttøku í Keypmannahavn

Hanna Jensen, franskur konsul og tingkvinna fyri Framsókn (Mynd: Jens Kr. Vang)

Hanna Jensen, franskur konsul og tingkvinna fyri Framsókn (Mynd: Jens Kr. Vang)

2018-08-29 12:17 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Hanna Jensen, franskur konsul í Føroyum, fer í dag hitta franska forsetan Emmanuel Macron, sum er á vitjan í Danmark í hesum døgum.

- Eg vænti ikki nakað kjak við hann, men man fær møguleika at gera vart við okkara land. Vit eiga at brúka hvørt høvi, vit fáa at gera okkara land og okkara oyggjar kendar, sigur franski konsulin.

Tá vit tosaðu við hana fyrrapartin vóru ymsar fyrireikingar í gongd til móttøkuna, sum byrjar klokkan 14 danska tíð.

Í gjár var gallaborðhald hjá Margretu drotning, og í røðuni hjá franska forsetanum nevndi Macron vitjanina í Føroyum hjá franska havrannsóknarskipinum Beautemps-Beupré. Hetta fegnast Hanna Jensen almikið um.

- Mánamorgunin loðsaði James við Brúgv skipið út, og eg stóð á keiini í Havn og veitraði. Týskvøld nevnir hann vitjanina í Føroyum. Tað er sterstakt, at ein slíkur ríkisleiðari nevnir okkara land, tá hann kemur á vitjan í Danmark, og at hann nevnir eina aktuella vitjan, heldur Hanna Jensen.

- Tað vísir, at ómakurin vit hava gjørt okkum fer sum ekkó aftur til franska statsleiðaran, sigur Hanna Jensen.

Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, verður eisini við til móttøkuna.

Hetta er fyrstu ferð í 36 ár, at ein franskur statsleiðari vitjar í Danmark. Vitjanin endar í dag.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder