Innanlands

Hanna Jensen: Stóri áhugin at lesa løgfrøði skal gangast á møti

- Vit skulu hava útbúgvingar í Føroyum, sum skapa trivnað millum tey lesandi í Føroyum og viðkomandi útbúgvingar, sum tey ynskja at taka, sigur landsstýriskvinnan við Kringvarpið

Savnsmynd (Jens Kr. Vang)

Savnsmynd (Jens Kr. Vang)

2019-03-17 15:41 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Áhugin fyri at lesa løgfrøði í Føroyum er ógvuliga stórur, og tí er tað týdningarmikið, at Fróðskaparsetrið eisini gevur ungum í Føroyum hendan møguleikan. Tað sigur Hanna Jensen, landsstýriskvinna í útbúgvingar- og granskingarmálum, við Kringvarpið.

Sambært umboði hjá Sambandsflokkinum lesa eini 70 føroyingar løgfrøði í Danmark í løtuni, og tí er ikki tørvur á fleiri føroyskum løgfrøðingum nú.

Men Hanna Jensen sigur, at føroyskir ungdómar ynskja at lesa løgfrøði, og tí skal útbúgvingin raðfestast.

- Vit skulu hava útbúgvingar í Føroyum, sum skapa trivnað millum tey lesandi í Føroyum og viðkomandi útbúgvingar, sum tey ynskja at taka, sigur Hanna Jensen.

Samrøðan við Honnu Jensen kann hoyrast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder