Mentan

Hanne Marit, Anna Magdalena og Aldubáran

Til "Bach í kertuljósi" í Kirkjubø í annaðhvøld verður spældur tónleikur, ið varð skrivaður í bókini hjá konu J.S. Bachs, Onnu Malenu Bach

Hanne Marit Mordal Iversen hevur fyrr sungið á nýggjárskonsertini hjá Føroya Symfoniorkestri (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Hanne Marit Mordal Iversen hevur fyrr sungið á nýggjárskonsertini hjá Føroya Symfoniorkestri (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-12-11 10:05 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tað verður Hanne Marit Mordal Iversen, ið fer at syngja við Aldubáruni á “Bach í kertuljósi, í Kirkjubøar kirkju týskvøldið 12. desember kl. 19.30.

Hanne Marit er dóttir Marit Mordal og Hans Iversen úr Kvívík. Hon hevur rættiliga gjørt vart við seg, hóast hon enn er lesandi á masterlinjuni á Norsk Musikkhøgskole í Oslo. Hanne Marit hevur verið solistur í München, har hon eitt skifti las. Í Noregi hevur hon havt krevjandi solistleiklutir, og vit hoyrdi hana sum solist á nýggjárskonsertini hjá symfoniorkestrinum.

Hanne Marit vann fyrstu virðisløn í Nadiu Boulanger-lied-kappingini, ið var á gamla konservatorinum í Paris fyrr í heyst.

[object Object]
Hanne Marit Mordal Iversen

Anna Magdalena Bach, seinna kona Johann Sebastians, verður snúningdepil á konsertini. Við tónleiki úr nótabókini hjá henni, fáa vit eitt innlit í gerandisdagin og tónleikaliga virkið í húsarhaldinum Bach í Leipzig fyri sløkum 300 árum síðani.

Anna Magdalena skrivaði tónleik í nótabók, ið børnini og hon sjálv spældu og sungu úr heima við hús. Johann Sebastian skrivaði eisini í bókina, umframt at børnini, ið øll vóru sera gávaði, hava krutlað smærri løg niður. Greitt er, at fleiri av børnum teirra tónleikaliga leitaðu heilt aðrar leiðir, og at tónleikurin leiðir okkum úr barokkini og inn í tað klassiska tíðarskeiðið, har ið upplýsingartíðin, tað kensluliga og galanta vann frama. Løg eru eisini í bókini eftir onnur tónaskøld, løg sum vóru frammi tá í tíðini, umframt brot úr stórverkum hjá gamla Bach. Ólavur Jakobsen hevur lagt tónleikin og skránna til rættis, so vit sleppa at kaga innar til musikalsku familjuna.

Aldubárun er: Andrea Heindriksdóttire, floyta – Sámal Petersen, violin - Kristina á Váli, sello – Ólavur Jakobsen spælir gittar og fyriskipar saman við Johan Mortensen. Meinhard Bjartalíð, prestur, hugleiðir innan konsertina.

Avmarkað pláss er í kirkjuni, so fólk verða biðin um at koma í góðari tíð. Kl. 19, ein hálvan tíma innan sjálva konsertina kl. 19.30, byrjar Aldubáran at spæla stillisligan tónleik hjá Bach.

Eftir konsertina eru øll boðin til samveru í Roykstovuni. Alt er ókeypis.

Ólavskirkjan í Kirkjubø er elsta sóknarkirkja í landinum, og í glæmuni frá kertiljósunum, ber til at njóta livandi tónleikin á hesum søguliga staði. Øll eru hjartaliga vælkomin.


 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder