Innanlands

Hannis og Kristian hava mátað kring alt landið

Hava verið starvslesandi á Matrikuldeildini hjá Umhvørvisstovuni seinastu tíggju mánaðirnar

2021-07-01 10:31 Author image
-
placeholder

Seinastu tíggju mánaðirnir hava teir báðir Hannis Ritter og Kristian Debes Kúrberg verið starvslesandi á Matrikuldeildini hjá Umhvørvisstovuni. Hesa tíðina hava teir verið runt landið við uppmátingartólum.

- Vit hava verið úti í øllum veðri. Bæði fantastiskar dagar, og so eisini sovorðnar sum í januar, tá tað bleiv við at kava, og vit bara máttu út kortini at fáa okkurt burturúr. So er bara at fara í heitastu klæði, man eigur, sigur Hannis Ritter.

Teir starvslesandi hava gjørt uppmátingar av gomlum mørkum, bygningum, og mátingar, sum skuldu brúkast til at áseta nýggj mørk.

- Vit hava eisini viðgjørt upplýsingarnar, gjørt kort burtur úr teimum, skrivað góðkenningarskriv eitt nú til kommunur, tosað við kundar – vit hava í veruleikanum gjørt alt tað, sum tey á deildini arbeiða við, sigur Kristian.

Teir báðir halda seg hava fingið væl burtur úr hesum lítla árinum, teir hava verið starvslesandi.

- Vit hava fingið nógv innlit í fyrisiting, og sjálvandi í landmáting og hvussu Matrikul fungerar. Hetta hevur verið stuttligt, eru teir samdir um.

Hannis hevur søkt á Fróðskaparsetrið, meðan Kristian ætlar sær út at ferðast. Við sær hava teir nú førleikar, sum bert fá í Føroyum hava.

- Starvstíðin hjá Hannis og Kristian á Matrikuldeildini er ein liður í eini strategiskari ætlan hjá Umhvørvisstovuni um at breiða út kunnleika um landmátarafakið. Hetta var triðja árið at starvslesandi hava verið á deildini, og vit hava verið sera fegin um at hava havt teir báðar saman við okkum hesa tíðina, sigur Ronnie Thomassen, ráðgevi og virkandi deildarleiðari.

Kelda: us.fo 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder