Innanlands

Hans Andrias nýggjur leiðari í Garnhúsinum

Hans Andrias hevur drúgvar royndir frá ungdómshúsinum í Klaksvík

Mynd: Sunda kommuna

Mynd: Sunda kommuna

2019-01-04 10:52 Author image
Ari av Rana
placeholder

Garnhúsið hevur fingið nýggjan leiðara. Sunda kommuna hevur sett Hans Andrias Olsen í starvið.

Hans Andrias er 34 ára gamal og hevur drúgvar royndir frá ungdómshúsinum í Klaksvík. Umframt námsfrøðiliga útbúgving hevur Hans Andrias verið virkin innan fótbólt og tónleik sum venjari og undirvísari, skrivar Sunda kommuna.

Kommuna bjóðar Hans Andrias hjartaliga vælkomnan í starvsfólkahópin. Samstundis takkar kommunan Katrinu Nattestad fyri tíðina.

Á myndini síggjast fráfarandi leiðarin, Katrina Nattestad og nýggi leiðarin úti í Garnhúsinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder