Mentan

Hans Andrias vann Sement

Á 3. plássi var Ronja, og Tunghoyrt fekk, umframt 2. plássið møguleikan at framføra á bæði G! og SPOT festivalinum

2025-04-27 10:21 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað var Hans Andrias, sum gjørdist vinnari av Sement 2025.

Eftir trý umfør við framførslum frá 25 bólkum vóru átta bólkar slopnir víðari til stóru finaluna á Reinsarínum í Havn leygarkvøldið.

Um Hans Andrias segði dómsnevndin, at hann var á altjóða støði og kundi spæla allastaðni í heiminum. Hann stóð seg ógvuliga væl á pallinum og hevur fantastiska rødd.

Umframt Hans Andrias luttóku bólkarnir Jarhzé, Ókendir, Bolstad, Karla Hansen, Óli, Ronja, og Tunghoyrt í finaluni.

Á triðja plássi endaði Ronja. Framførslan hjá bólkinum varð lýst sum "ein ferð inní eina pastelverð", og løgini hjá teimum liggja væl fyri at verða hitt, segði dómsnevndin.

Tunghoyrt gjørdust nummar tvey og umframt hetta var bólkurin eisini valdur at framføra á bæði G! og SPOT festivalinum.

Um Tunghoyrt segði dómsnevndin, at teir høvdu góðar møguleikar at gerast nakað risastórt, og teirra tónleikur, image og framførsla vóru púra gjøgnumførd.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder