Eftir hondini eru tað nógvir føroyingar, sum kenna Hans Berntsen. Danin hevur í fleiri førum verið í Føroyum og hildið grøðingarmøti. Í sendingini, Gud signi Føroyar, sum Kringvarpið sendi í fjør, var eisini ein partur, har tosað varð við Hans Berntsen og fólk royndu at verða grødd.
Nú kemur hann so aftur til Føroyar, har hann skal halda møti í Sørvági, Kollafirði, Skála, Tórshavn og í Suðuroy. Tað er Thurid Brend, sum hevur fingið Hans Berntsen til Føroya, og hon greiðir frá, at hann hevur eina serliga náðigávu.
- Hann hevur náðigávuna at biðja fyri sjúkum. Tað er nakað, sum øll sjálvandi kunnu, men hann hevur eina serliga náðigávu at gera tað. Og hann livir bara fyri at gera tað, greiðir Thurid Brend frá.
Hon greiðir frá, at talan er um eina røð av møtum, sum hon tók stig til, eftir at hon var á einum møti hjá Hans Berntsen í Danmark.
- Eg bjóðaði honum til Føroya fyri tveimum árum síðani, og eg síggi at fólk hava stóra gleði av hesum, greiðir hon frá og sigur, at møtini higartil hava fingið heilt góða undirtøku.
- Tað hevur verið so at siga fullsett, greiðir hon frá.
Roynir at spjaða møtini um landið
Av teimum møtunum, sum verða á hesari ferðini, hevur Thurid Brend skipað fyri teimum í Sørvági, Kollafirði og á Skála, meðan Hans Berntsen sjálvur skipar fyri møtum í Tórshavn og í Suðuroy. Hon sigur, at hon hevur lagt seg eftir at spjaða møtini um landið, og at tað er tí, at møtini vera á hesum støðunum á hesum sinni.
- Eg havi upplivað tað, at fólk koma langa leið fyri at vera á møtinum, hóast eitt møti eisini er tættari við hjá teimum. Fólk vilja vera dulnevnd og eru kanska eitt sindur varin fyrstu ferð, og tað skal eisini vera loyvt, greiðir fyrireikarin frá.
Tað eru nógv, sum hava ilt við at trúgva uppá, at grøðingarmøti gera nakran mun. Í sendingini Gud Signi Føroyar, vóru tvey, sum høvdu kroniskar sjúkur, biðin um at koma við á møti. Tey upplivdu ongan mun, og Thurid Brend sigur, at tað er ymiskt, hvat hendir av bønini.
- Onkuntíð hjálpir tað heilt væl, meðan tað aðrar tíðir hendir minni. Tað er ikki nakað hann ger av, tí tað er Gud og ikki hann, sum grøðir, greiðir Thurid frá. Hon heitir eisini á skeptikarar at koma á møti og sjálvi síggja, hvat hendir av bønini.
- Fólk kunnu koma heilt tætt at hyggja, meðan hann biðjur fyri fólki, greiðir Thurid Brend frá.
Møtini, sum Thurid Brend hevur tikið stig til, verða hesi støðini:
Libanon, Sørvágur fríggjakvøldið 22. mars kl. 20.00
Missiónshúsið, Kollafjørður leygarkvøldið 23. mars kl. 19.30
Missiónshúsið, Skála sunnukvøldið 24. mars kl. 18.00
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald